![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Í síðstu viku vóru boraðir 35 metrar í alt. Boring fyri tveimum teimum seinastu pumpubrunnunum ávirkar framdriftina. Sandoyarmegin verður borað fyri einum pumpubrunni, meðan tunnilin Streymoyarmegin er komin niður á lægsta stað, har tunnilin verður breiðkaður og gjørt verður klárt fyri at bora fimta og seinasta pumpubrunnin. Boraðir eru nú 7.832 metrar av 10.785 metrum. Sostatt eru færri enn 3 km. eftir at bora.
Í Traðardali vóru boraðir 6 metrar. Har eru nú boraðir í alt 4.143 metrar. Á Gomlurætt vóru boraðir 29 metrar, og í alt eru nú boraðir 3.689 metrar frá Gomlurætt. Á leinkjuni niðanfyri ber til at síggja longd og dýpd. Eisini ber til at fylgja við boringini og síggja á korti, hvussu langt boringin er komin:
https://www.estunlar.fo/.../sandoya.../framgongd-vid-boring/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald