
Á middegi í dag varð fyrsta skotið í samband við Sandoyartunnilin latið av á Gomlurætt.
Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum trýsti á knøttin og sprongdi oman av økinum,
har ið niðari vegurin skal flytast til, so sleppast kann til at bora.
???Eg fegnist um, at vit nú eisini fáa sett gongd á Sandoyartunnilin á Gomlurætt, so arbeitt verður bæði
Streymoyar- og Sandoyarmegin???, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður.
??tlandi verður koyrandi ígjøgnum tunnilin í desember 2023, og mett verður, at 300-400 bilar fara
dagliga at koyra ígjøgnum 10,8 km langa tunnilin, ið harvið verður longsti tunnil í Føroyum.
Aðrar fyrireikingar halda áfram Sandoyar- og Stremoyarmegin ímóti sumri, tá ið Eysturoyartunnilin
væntandi er liðugt boraður, og øll útgerðin verður flutt til Sandoyartunnilin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald