2020-10-13 10:31
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Vegna støðugt vaksandi virksemi, sóknast vit eftir sølufólki til byggibúðina, at byrja sum skjótast.
Dámar tær væl at arbeiða við kundum, og ynskir tú at seta kundan í miðdepilin, er tað kanska tær vit leita eftir.Vit vænta at tú ert framfýsin, ágrýtin, væl skipað/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
Starvið umfatar m.a.:
??? at avgreiða og ráðgeva kundum
??? at røkta handilin so hann er innbjóðandi
??? at keypa inn
Vit bjóða tær eitt fjølbroytt og spennandi starv í einum dynamiskum umhvørvið, og sjálvandi fært tú góða og grundiga upplæring í skipanum og vøruúrvali.
Løn samb. avtalu.
Um tú ynskir at hoyra nærri um starvið, kanst tú venda tær til Heðin Poulsen, antin við at støkka inn á gólvið, ella ringja á tlf. 258019 ella skriva til [email protected].
Er hetta nakað fyri teg, ert tú vælkomin at senda eina umsókn, til[email protected]
Freistin at søkja er 23. oktober kl. 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald