2020-07-06 20:42

Sandavágs Timburhandil hevði í fjør eitt yvirskot uppá góðar 4 mió. kr. eftir skatt, tað er tað sama sum árið fyri.
Bruttovinningurin hjá Sandavágs Timburhandli var 11,8 mió. kr. í 2019, og tað er 600.000 kr betri enn í 2018.
Starvsfólkakostnaðurin var 5,8 mió. kr. í 2019, og í 2018 var starvsfólkakostnaðurin 5,2 mió. kr.
Seinastu fimm árini hevur timburhandilin havt 18,7 mió. kr. í yvirskotið eftir skatt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald