Í gjár var Steypakapping og Gallaveitsla fyri telvarar á Gjáargarði.
Sandavágs Talvfelag, sum fyrr í ár vann FM, gjørdist eisini vinnari av Steypakappingini í 2014. Tað var tó í stórari kapping við bæði Havnar Talvfelag og Klaksvíkar Talvfelag. Tá ið liðugt var at telva, stóð á jøvnum millum ST og HT bæði høvdu 44 stig og KT lá beint aftanfyri við 43½ stigi. Umdystur skuldi tí til fyri at finna vinnaran og tá vann Sandavágs Talvfelag sannførandi 9-3 í snartalvi á Havnar Talvfelag.
Liðini ið vóru við í Steypakappingini vóru: Sandavágur1, Sandavágur2, Klaksvík1, Klaksvík2, Havnin og Vestmanna.
Ársins stjørnuskot gjørdist Eli W. Finnson úr HT.
Ársins telvari gjørdist Høgni E. Nielsen úr ST.
Aftaná talvkappingina var Gallaveitsla hildin á Gjáargarði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald