Politikkur

Samtykt at eldraøkið verður lagt út til kommunurnar

...

2014-03-28 21:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroya størsta nýskipan samtykt

Løgtingið hevur í dag við triðju viðgerð samtykt, at eldraøkið verður lagt til kommunurnar at umsita frá 1. januar 2015, og sostatt er fyrsta og avgerandi fetið tikið í at leggja eldraøkið út til kommunurnar.

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum er sera fegin í dag:

???Hetta er størsta umskipanin, sum verður framd í nýggjari tíð.

Fyri fyrstu ferð í Føroya søgu hava vit fingið eina eldralóg, ið tryggjar øllum borgarum, ið hava tørv á hjálp, eina samskipaða heildartænastu. Eina heildartænastu, har fyribyrging og menning er ein aðaltáttur, og har tað er tryggjað, at neyðug røkt og umsorgan verður veitt. Ein lóg, sum fer at tryggja okkara eldru borgarum eina betri tænastu.???

Við lógini er ásett, at kommunurnar skulu tryggja, at borgarar, sum hava tørv á persónligari hjálp, røkt og stuðli, fáa neyðugu hjálpina, og at avgerðir um tilboð og tænastur eru grundaðar á fakliga tørvsmeting.

Starvsfólk skulu fráboða kommununi, um tey gerast varug við, at borgarar hava tørv á persónligari hjálp, røkt ella stuðli ella á annan hátt liva undir ónøktandi korum. Og tað er ásett í lógini, at kommunurnar skulu hava eftirlit við bústøðum, tænastum og tilboðum, og at avgerðir um tænastur kunnu kærast.

???Lógin tryggjar í nógv størri mun ein opinleika um tænastur, rættartrygd hjá okkara eldru at verða kunnaði og hoyrd og at vera við, har avgerðir skulu takast, og ikki minst, at okkara eldru fáa eina betri rættartrygd og harvið trygd fyri einari betri tænastu enn í dag,??? staðfestir Annika Olsen, landsstýriskvinna.

Landsstýriskvinnan fegnast eisini um breiðu undirtøkuni fyri málinum í Løgtinginum, umframt at teir báðir andstøðuflokkarnar Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin tóku undir við avgerðini og takkar meirlutanum og forkvinnuni í Trivnaðarnevndini fyri gott arbeiði.

Við lógunum er fyrsta stóra og avgerandi fetið tikið í drúgva arbeiðinum, sum hevur verið seinastu skjótt 20 árini, har spurningurin um at leggja eldraøkið til kommunurnar at umsita hevur verið í á breddanum. Nú fæst loksins greiða á myndugleikabýtinum, og samsvar verður ímillum vald og gjald. Hetta fer at styrkja fakligu dygdina og trygdina, soleiðis at borgarin fær eina so góða tænastu sum gjørligt.

Landsstýriskvinnan leggur afturat:

???Kommunan hevur borgaran tættari inn at sær, og tørvurin verður sjónligari, og tað er skjótari frá tanka til gerð í kommununum. Tí er dagurin í dag ein sigursdagur fyri okkara eldru, og ikki minst fyri tað kommunala samstarvið.

Nú er kósin løgd, og málið er greitt. Tilgongdin, sum skal fremja umskipanina er í gongd. Komandi níggju mánaðirnar fara kommunurnar og landsmyndugleikarnir í felag at gera neyðugar kunngerðir og mannagongdir. Hetta arbeiðið verður liðugt, áðrenn yvirtøkuna 1. januar 2015.???

Verða ivamál um markamót eftir 1. januar 2015 er tað ásett í lógini, at partarnir skulu taka hetta upp í nevnd.

Spurningurin um fíggjarleist skal eisini avgreiðast í næstum saman við landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Og hóast tað í fjølmiðlunum tykist at partarnir eru langt frá hvørjum øðrum, skal havast í huga, at partarnir í løtuni eru í einari samráðingarstøðu, og tá er ikki óvanligt, at ósemjurnar verða tiknar fram. Landsstýriskvinnan hevur tó góðar vónir um at semja verður millum partarnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder