Vinna

Samstarvsavtala gjørd millum Sp/f K-ReVision og P/F JANUAR

...

2013-11-15 19:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

- Tey seinastu árini eru krøvini til góðkendar grannskoðarar og til grannskoðanarvirkir økt munandi. Hesi krøvini eru bæði tíðar- og kostnaðarkrevjandi.

- Ásannandi at góðskustýringskrøvini, ið sett verða grannskoðanarvirkjum, umframt krøvini til eftirútbúgving og um uttanhýsis góðskueftirlit, eru sera tungar byrðar hjá smáum grannskoðanarvirkjum at lyfta, hevur leiðslan fyri Sp/f K-ReVision avgjørt at gevast við partinum av virkinum, sum grannskoðar ársfrásagnir.

- Fyri einstaklingavirkir og feløg, har grannskoðan ikki er kravd, heldur Sp/f K-ReVision fram sum higartil ??? tvs. at hjá hesum viðskiftafólkunum fær avgerðin ongar avleiðingar.

- Men fyri eisini í framtíðini at kunna bjóða viðskiftafólkum sínum grannskoðan, er ein samstarvsavtala gjørd millum Sp/f K-ReVision og P/F JANUAR, sum ber í sær, at Sp/f K-ReVision framyvir tekur sær av dagliga bókhaldinum fyri einstaklingar og virkir, og ger alt tilfar klárt til at grannskoða sum P/F JANUAR so tekur sær av.

- Samstarvsavtalan ber í sær, at P/F JANUAR verður nú umboðað í Suðuroynni, og kann veita bæði verandi og framtíðar viðskiftafólkum sínum dygdargóða bókhalds- og roknskaparhjálp á staðnum.

- Harafturat kunnu virkini bæði bjóða ta ráðgevingarhjálp innan bókhald, roknskap, skatt v.m., sum viðskiftafólkini hava tørv á.

- Við hesum samstarvinum eru bæði Sp/f K-ReVision og P/F JANUAR nógv betri fyri at veita viðskiftafólkunum í Suðuroynni eina dygdargóða tænastu á øllum viðkomandi fíggjarligum økjum, sigur Jógvan Amonsson, statsgóðkendur revisor.

Kelda: sudurras.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder