Politikkur

Samstarv á heilsuøkinum flytur mørk

...

2014-08-26 23:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag var árligi fundurin í samstarvsnevndini millum embætisfólk úr føroyska og danska heilsumálaráðnum hildin í Tórshavn. Millum umrøddu málini var hvussu landslæknaembætið skal skipast framyvir, nú verandi landslækni hevur boðað frá, at hann gevst í embætinum í heyst.

Ein møguleiki er at føroyingar yvirtaka embætið, sum í dag er ein partur av danska Heilsustýrinum, og á fundinum samdust partarnir um at greina nærri, hvussu ein møgulig yvirtøka kann fara fram og hvørjar avleiðingar yvirtøkan í fall hevur.

Samstarvsnevndin góð úrslit

Í 2012 undirskrivaðu Karsten Hansen og táverandi danski heilsumálaráðharrin, Astrid Krag, undir avtalu at menna samstarvið á heilsuøkinum. Tá varð sett ein samstarvsnevnd við seks limum, sum arbeiðir fyri at dagføra heilsulóggávuna í Føroyum, at seta í verk altjóða avtalur og at styrkja samskifti landanna millum um áleikandi mál á heilsuøkinum.

Síðani nevndin fór til verka eru fleiri lógir dagførdar og settar í gildi í Føroyum, eitt nú autorisatiónslógin, sum kom í gildi 1. juni í ár umframt lóg um vísindasiðsemisnevnd sum varð sett í gildi í fjør. Harumframt eru lógirnar um euforiserandi evni og um sálarfrøðingar samtyktar í Løgtinginum í vár.

Eisini eru nógvar kunngerðir dagførdar og settar í gildi síðani farið var undir formliga samstarvið á økinum í 2012.

Heilsumálaráðið 26. august 2014

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder