Fyrst hjartaliga tillukku við sigrinum í steypafinaluni, kanst tú seta orð á hvussu tað følist?
Bartal: Túsund takk - nei hettar er fantastiskt, tað er altíð forbiðið stuttligt at spæla ímóti H71, og at vinna teir í steypafinaluni við hesum rammunum, tað er heilt fantastiskt - Og Jesus hettar er gott.
Rammurnar eru allarhelst tær bestu, sum nakrantíð hava verið, hvat sigur tú um tær?
Bartal:Hettar var ræðuliga stuttligt, øll vita hvussu nógvar áskoðarar hoyvíksingar hava, men okkara stóðu ikki aftanfyri í kvøld, nei eg veit ikki hvat eg skal siga - sigi bara at hettar var fantastiskt.
Tit vunnu tryggan sigur á H71 - hvat gera tit rætt?
Bartal: Vit hava eina fantastiska verju frá byrjan, teir komu ongantíð ígongd, og vit spæla okkara trygga spæl allan vegin ígjøgnum, tí vinna vit steypafinaluna við 7 málum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald