Vinna

Samráðingarnar í London um norðhavssild uppafturtiknar 10. desember 2013

...

2013-10-17 19:48 Author image
placeholder

Samráðingar hava verið í dag og í gjár millum Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland um felags umsiting av norðhavssild næstu árini.

Føroyar strongdu á hini strandarlondini og gjørdu fleiri royndir undir samráðingunum at fáa eitt fyribils býti fyri 2014, meðan bíðað verður eftir frágreiðingini frá vísindaliga verkabólkinum, sum nú er settur á stovn at kanna nøgdir og útbreiðslu av norðhavssild.
??rslitini frá verkabólkinum verða eitt av grundarløgunum undir samráðingunum næsta heyst um 2015 og fylgjandi ár. Londini vóru ikki til reiðar at samráðast um annað býti enn tað, sum er grundarlag fyri semjuni millum ES, Ísland, Noreg og Russland frá januar 2013. Avrátt var at taka samráðingarnar uppaftur 10. desember fyri at samráðast um býtið fyri 2014.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fegnast um, at samráðingarnar verða tiknar uppaftur í desember mánaði. Eisini fegnast Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, um, at vísindaligi verkabólkurin er endaliga ásettur, og at ein frágreiðing skal vera til reiðar 1. september 2014.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder