Annað samráðingarumfar um svartkjaft og norðhavssild verður í London, í døgunum 15. ??? 18. desember 2014.
Semjurnar um svartkjaft og norðhavssild vórðu sagdar úr gildi á samráðingarfundum í London ávikavist 13. oktober 2014 og 18. oktober 2012. Sostatt skal samráðast um nýggjar semjur fyri báðar stovnarnar.
Føroyar hava formansskapin í samráðingunum um svartkjaft, norðhavssild og makrel, og skipar føroyska samráðingartoymið sostatt fyri samráðingarfundunum í London næstu dagarnar.
Byrjað verður við samráðingum um svartkjaft mánamorgun 15. desember, tá alfundur verður. Eftir hendan fundin verður sendileiðarafundur. Síðani fara Føroyar at hava tvíliðaðar fundir við ES, Ísland, Noreg og Russland hvør sær. Russland er við á báðum samráðingarfundum, hóast Russland bert er strandarland í norðhavssildini.
Samráðingarnar um norðhavssild verða skipaðar eftir sama leisti sum samráðingarnar um svartkjaft, og byrja mikumorgun 17. desember. Á dagsskránni fyri báðar stovnarnar eru millum annað samráðingar um nýtt býti og heildarkvotu fyri 2015.
Í føroysku sendinevndini eru umframt føroyska samráðingartoymið, eisini sendistovan í London, Felagið Nótaskip og Føroya Reiðarafelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald