JN

Samhugaverkfall var fráboðað

...

2014-07-31 02:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv:

Samhugaverkfall var fráboðað

Arbeiðarafeløgini vóru til reiðar at stuðla manningarfeløgunum í átøkunum móti Asbjørn Senior. Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, gleðist um samanhaldið, men fegnast samstundis um, at málið varð loyst, áðrenn teirra stríðsstig blivu aktuell.

Klokkan 8 ólavsøkumorgun høvdu arbeiðarafeløgini í Samtak farið í samhugaverkfall við manningarfeløgini, um málið við uppsjóvarskipinum Asbjørn Senior ikki varð loyst seinnapartin dagin fyri, ólavsøkuaftan.

Manningarfeløgini høvdu lýst mynstringarbann og blokadu móti skipinum, tí tað var farið í vinnu sum flutningsskip uttan at hava nakra avtalu við manningarfeløgini.

Tey fýra arbeiðarafeløgini í Samtak, har Føroya Fiskimannafelag eisini er limur, eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, og tey høvdu sent Føroya Arbeiðsgevarafelag fráboðan um, at tey ólavsøkumorgun klokkan 8 løgdu niður alt arbeiði, sum hevði beinleiðis við Asbjørn Senior at gera.

Ongin limur í arbeiðarafeløgunum kundi sostatt gera arbeiði sum til dømis at landa og flyta fisk frá skipinum, bunkra skipið ella flyta tí proviant. Samstundis gjørdu tey greitt, at tey kannaðu møguleikan at víðka samhugaverkfallið, so tað eisini skuldi umfata virkini, ið fiskurin hjá Asbjørn Senior kundi landa fiskin til.

Fráboðanarskylda

Manningarfeløgini lýstu mynstringarbann móti Asbjørn Senior longu týsmorgunin í seinastu viku, men tað bar ikki til hjá arbeiðarafeløgunum at fara í samhugaverkfall samstundis, tí tey hava eina sáttmálaásetta fráboðanarskyldu, ið fyriskrivar, at tey ikki mugu lýsa ella taka stíðsstíg, uttan at sáttmálaparturin, Føroya Arbeiðsgevarafelag, fær fráboðan um hetta í minsta lagi 48 tímar frammanundan.

Eisini var tað avgerandi, at manningarfeløgini sjálvi umframt mynstringarbannið eisini høvdu noktað sínum egnu limum at gera arbeiði á landi í sambandi við Asbjørn Senior. Fiskimannafelagið og Føroya skipara- og Navigatørfelag lýstu blokadu á landi fríggjakvøldið, men av tí at Maskinmeistarafelagið eisini hevur sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag, vóru maskinmeistararnir eisini bundnir av fráboðanarskyldu.

???Alt hetta gjørdi, at blokadan hjá øllum manningarfeløgunum ikki var effektiv á bæði sjógvi og landi fyrr enn ólavsøkumorgun, og tískil kundu vit heldur ikki fara í samhugaverkfall fyrr enn tá. Men avgerðin um at stuðla manningarfeløgunum varð tikin beinanvegin, vit fingu at vita, at tey høvdu lýst mynstringarbannið fyrst í seinastu viku???, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.

Samanhald sigrar

Samhugaverkfallið bleiv ongantíð aktuelt, tí ólavsøkuaftan gjørdi reiðarin á Asbjørn Senior, ið eisini er reiðari á einum øðrum uppsjóvarskipi, Grunnabarð, avtalur við manningarfeløgini fyri bæði skipini.

???Tað er onki at ivast í, at avtalurnar bert komu undir land, tí manningarfeløgini høvdu lýst mynstringarbann og blokadu, og at reiðaríið visti, at tað bara var ein spurningur um tíð, áðrenn skipið eisini varð effektivt blokerað av okkum arbeiðarafeløgum á landi. Um okkara samhugaverkfall var blivið effektivt, høvdu vit eisini boðað okkara samstarvsfeløgum í grannalondunum frá støðuni, og sannlíkt høvdu tey eisini stuðla tiltøkunum, so Asbjørn Seniro hevði ikki sloppið av við fiskin nakrastaðir,??? sigur Georg F. Hansen.

???Málið prógvar bara enn eina ferð, hvussu týdningarmikið samanhald er fyri alla fakfelagsrørsluna. Tað er alneyðugt, um stríðsstig skulu virka, at øll fakfeløgini standa sum ein maður. Vit ivaðust onga løtu í at stuðla, og eg eri vísur í, at manningarfeløgini gera tað sama, tá vit eina aðra ferð kanska hava brúk fyri teirra stuðli???, sigur hann.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder