Politikkur

Samgongan skerjir eftirlitið hjá Vørn

...

2019-12-18 19:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vørn hevur ikki orku at kanna ognarviðurskiftini hjá reiðaríum við útlendskum ognarskapi, segði landsstýrismaðurin fyrr í vikuni, tá hann svaraði fyrispurningi um útlendskan ognarskap

Sagt var millum annað, at: "Vørn hevur tveir løgfrøðingar, sum taka sær av hesum málum... Vørn hevur upplýst, at Vørn manglar arbeiðsorku og tekniskar loysnir fyri at hava nøktandi eftirlit."

Hetta viðførir, at arbeiðið við at kanna ognarviðurskiftini er drúgt og tíðarkrevjandi, og tískil kunnu tað ganga ár ímillum, at hvørt felag verður kannað.

Tí skuldi mann trúð, at samgongan ynskti at raðfesta eftirlitið hja Vørn ??? men so er ikki.

Í fíggjarlógaruppskotinum hjá samgonguni verður játtanin til Vørn skerd við einari heilari millión. Heldur enn at styrkja Vørn og styrkja eftirlitið, og skapa gjøgnumskygni í vinnuni, velur samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin, at gera støðuna enn verri.

???Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder