2013-12-04 20:16
Áhugavert samferðslukvøld verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni hóskvøldið 5. desember kl. 19.30
í sambandi við nýggju bókina Vága samferðslusøga, sum er komin í bókabúðirnar.
Heini F. Petersen fer at hugleiða um at ferðast í Føroyum fyrr í tíðini.
Dánjal Poulsen viðger framburðin á flogvøllinum og í flogferðsluni.
Klæmint Weihe, ið stóð á odda, tá ið Vágatunnilin varð gjørdur, fer at greina ta
spennandi gongdina, tá ið fyrsti undirsjóvartunnil í Føroyum varð veruleiki.
Høvi verður at seta spurningar.
Kaffimuður verður at fáa, og høvi verður at ogna sær bókina signeraða.
??ll eru vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald