Portal.fo skrivar:
Tingfundurin fór igongd beint eftir klokkan 13.30 í dag og einki uppskoti um misálit móti Jørgen Niclasen bleiv lagt fram.
Tað hevur verið ivi um andstøðan fór at leggja uppskotið fram. Portalurin hevur enn ikki fingið upplýst, um tað verður lagt fram seinni.
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, er talsmaður hjá Sambandsflokkinum, sigur, at hann veit ikki um uppskotið um misálit verður lagt fram.
Men í øllum førum fer Sambandsflokkurin ikki at taka undir við tí. Sambandsflokkurin hevur viðgjørt spurningin á fundi á gamla apoteki í dag.
- Vit hava heitt á Kaj Leo Holm Johannesen um viðgera málið innanhýsis í samgonguni. Um tað endar við einum fundi í samgonguni veit eg ikki, men vit hava avgjørt ein trupulleika, sigur Johan Dahl.
Vil tað siga, at løgmaður fer at biðja Jørgen Niclasen leggja frá sær?
- Tað veit eg ikki, sigur Johan Dahl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald