Karsten Hansen: Saman kunnu vit seta himmal og jørð í rørslu. Røða til heiðurs fyri nýggja Blákrossheimið á Nesi
- Nógvar hjálpandi hendur hava verið við til at bera hesa fantastisku verkætlan á mál. Og tað hava tey gjørt, tí tey so brennandi ynskja at hjálpa øðrum menniskjum, segði landsstýrismaðurin í heilsumálum m.a., tá hann helt røðu í samband við at nýggja Blákrossheimið alment varð tikið í nýtslu.
---
Góðu tit øll, sum í dag eru komin saman at fagna, at hetta nýggja stásiliga Blákrossheimi verður tikið í nýtslu.
Fyrst av øllum vil eg ynskja tykkum stigtakarum og fyriskiparum eitt stórt og hjartaligt tillukku við nýggja heiminum.
Eisini vil eg ynskja tykkum starvsfólkum tillukku. Og ikki minst teimum, ið fara at fáa brúk fyri heiminum, vil eg geva eina heilsan á hesum stóra degi.
Seinastu dagarnar hava fjølmiðlar varpað ljós á eina hugvekjandi søgu um 19 seingjarteppir. Søgan er tann, at kvinnur í dagtilhaldinum á Toftum hava bundið ikki færri enn 19 vøkur heimabundin seingjarteppir til heimið her á Nesi.
Tøkk skulu tit hava fyri tað.
Hendan fitta søgan sigur okkum fleiri ting og er fyri mær ein góð ímynd.
Fyri tað fyrsta, sigur hetta okkum, at fólk á Skálafjørðinum, taka undir við og stuðla virkseminum hjá Bláa Krossi av fullum huga. Tað eri eg takksamur fyri. Tað er í slíkum umhvørvi at gróðrarlíkindini eru best og tað gevur mær góðar vónir um, at virksemið hjá Bláa Krossi kann vaksa og mennast áhaldandi.
Eisini fortelur hetta okkum, at tá ið fólk av egnum huga setast saman at skapa, so kemur nógv burturúr.
Ítøkiliga eru heimabundnu seingjarteppi ein gáva til heimið, men tað verða tey, ið hava svárar trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum, sum fáa gleðina av heitu hondunum hjá kvinnunum í Dagtilhaldinum.
Í triðja lagi sigur hetta okkum eisini nógv um stórt hjartalag og næstakærleika. Hetta eru tvey av grundleggjandi virðunum hjá Bláa Krossi og tvey stavnhald í arbeiðinum við misnýtarum. Tey 19 seingjarteppini vóru seymað sum eina gávu til Blákrossheimið, sprottið úr einum ynski um at hjálpa menniskjum.
Somuleiðis kundi eg nevnt fleiri onnur. ??ll tey sum sjálvboðið hava hjálpt til, at fáa heimið til veruleika, kommunan, sum hevur latið grundstykkið ókeypis. ??ll tey, ið hava latið gávur og keypt lutaseðlar og so framvegis.
Nógvar hjálpandi hendur hava verið við til at bera hesa fantastisku verkætlan á mál. Og tað hava tey gjørt, tí tey so brennandi ynskja at hjálpa øðrum menniskjum.
Hetta er sami brandur, sum í 1877 fekk sveisaran, prestin og grundleggjaran Rochat at byrja sítt hjálpararbeiði seta á stovn Bláa kross. Hesin neistin eggjar enn tann dag í dag - og gevur teimum, sum arbeiða á Blákrossheiminum, íblástur.
Hjálpararbeiðið hjá Bláa krossi byggir á næstakærleika og á eitt hugtak, sum vit finna í Nýggja Testamenti, nevniliga diakoni. Diakoni er í grundini eitt annað orð fyri tænastu og snýr tað seg um at taka ímóti tænastum og at geva tænastur.
Fyri meg er essensurin í diakoni hugtakinum tó hetta, at tú treytaleyst gevur tað víðari, sum er tær sjálvum givið. Tað er tá vit gera fólkum eina tænastu, at vit vísa kærleiksboðið í verki ??? eftir førimuni sjálvandi.
Tey góðu tíðindini eru, at tey, sum hava fingið hjálp ??? eisini viðhvørt uttan at hava tað uppiborið ??? og eru komin fyri seg aftur, t.d. eftir ógvusliga misnýtslu, oftani gerast ein stór og góð hjálp hjá øðrum.
Ofta verður tosað um óndar ringrásir, men eg kenni fleiri dømi um júst slíkar góðu ringrásir, tá menniskju, sum hava tikið ímóti eini hjálpandi hond, blíva før fyri at hjálpa øðrum.
Norski Blái krossur brúkar slagorðið ???at vit seta himmal og jørð í rørslu fyri nýggjum lívi og nýggjum møguleikum???. Og tað er júst soleiðis eg síggi tykkara arbeiði í Blá krossi.
----
Góðu tit øll,
Í dag hátíðarhalda vit eisini, at tað í ár er 30 ár síðani Blákrossheimið byrjaði. Síðani 1984 hevur Blái krossur hjálpt fleiri enn 1000 fólk úr sínum rúsdrekkatrupulleikum. Ikki bara misnýtarin sjálvur hevur fingið eitt lættari og betri lív, men eisini makar og børn og heilar familjur hava fingið hjálp. Hetta er einki minni enn eitt bragd.
Men her verður ikki sett seg fram á árarnar. Tit spíla tykkum út. Eitt er, at tit nú hava fingið nýggjar karmar, men tit hava støðugt ment og víðkað viðgerðina og javnan koma nýggj tilboð um hjálp og stuðul til tey, ið hava tørv.
Alla tíð við tí fyri eyga at skapa vón fyri framman.
Tit hava eisini javnan víst á yvirfyri okkum myndugleikum, at tørvur er á nýggjum viðgerðartilboðum og øðrum stuðulsátøkum fyri fólk, sum á ymsan hátt eru rakt av misnýtslu. Tit hava víst á, at nýtslumynstrini eru í broyting og eitt nú eru eingi nøktandi tilboð til teir heilt ungu misnýtararnar.
Tað er av stórum týdningi at felagsskapir, sum Blái krossur, vísa á slíkar ???blindar vinklar???. Tað eru tit, sum hava fingurin á pulsinum og kenna til tørvin. Og tað er okkara ábyrgd, sum politikarar at lurta, kanna eftir og ikki minst handla.
Tí rúsdrekka- og rúsevnismisnýtsla er ein trupulleiki ??? eisini í Føroyum. Fyrst og fremst hjá tí einstaka og teimum avvarðandi er tað ein avbjóðing. Fyri summar familjur er tað ein vanlukka. Men eisini fyri samfelagið er tað ein stór avbjóðing, sum vit skulu taka ??? og taka - í álvara.
Eg fari líka at tríva í nøkur ræðandi tøl:
??trokningar úr danska Heilsustýrinum vísa, at í einari miðal kommunu í Danmark við 50.000 borgarum doyggja 300 fólk árliga av sjúkum, sum beinleiðis hava við samband við rúsdrekkanýtslu.
Aftrat koma deyðsføllini í ferðsluni og á arbeiðsplássum, har rúsdrekka er orsøkin. Hendan sama miðal kommunan brúkar 70 mió. krónur árliga til viðgerð og uppfylging til borgarar, sum drekka ógvusliga og alkoholikarar.
Aftrat hesum koma útreiðslur til politi og dómstólar, hjúnarbandsslit og alt hitt, sum kemur í kjalarvørrinum á rúsdrekkamisnýtslu.
Og so er tað árinini á familjuna. Í somu útrokning liva 1.200 børn við rúsaðum foreldrum, sum í størri og minni mun ikki megna at veita neyðugu umsorganina. Og í 44 prosentum av teimum førum, tá børn verða sett heiman, er rúsdrekkamisnýtsla ein týðandi orsøk.
Eg skal sjálvandi gera vart við, at hesi tølini neyvan eru heilt sambærilig við føroysk viðurskifti, tí rúsdrekkanýtslan er heldur lægri í Føroyum samanborið við Danmark. Tíbetur.
Kortini mugu vit taka rúsdrekkaspurningin í ramasta álvara. Tí vit vita, at rúsdrekka er krabbaelvandi og ov nógv rúsdrekka kann hava við sær 60 ymiskar sjúkur, m.a. krabbameinssjúkur, maga-tarmsjúkur, hjarta-karsjúkur, livrasjúkur, ov høgt blóðtrýst, niðursetta immunverju, angist og tunglyndi.
Ja, í heila tikið verður mett, at rúsdrekka er orsøk til 10 prosent av samlaðu sjúkrahúsútreiðslunum.
----
Avbjóðingin er sum vera man stór. Og uttan Bláa Kross og viðgerðarheimið her á Nesi, var avbjóðingin munandi størri.
Eg havi sjálvur sett skjøtul á ein rúsdrekkapolitikk fyri Føroyar. Men eg geri einki sjálvur. Politikkurin skal orðast í einum samstarvi við allar viðkomandi, sum virka á økinum.
Tit á Bláa Krossi eru ein natúrligur og neyðugur partur av hesum arbeiði. Tit sita við eini vitan, sum er lykilin til hetta stóra arbeiði, sum skal vera liðugt í ár.
Saman kunnu vit seta himmal í jørð í rørslu.
Enn einaferð tillukku og Guds signing. Gott at vita sær, at nýggja Blákrossheimið er bygt á hellu grund.
Takk fyri!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald