2013-09-11 20:04
Saksaberg og Tummas T eru báðir ávegis á Kollafjørð.
Saksaberg verður á Kollafirði um 17-tíðina, teir hava 250 tons, harav 60% er makrelur og 40% er sild. Saksaberg sleppir framat beinanvegin teir koma á Kollafjørð, tí tá er liðugt at landa Christian í Grótinum, sum kom á Kollafjørð kl. 8 í morgun.
Kl. 18 kemur Tummas T á Kollafjørð, teir hava 900 tons, harav 600 tons er makrelur og 300 tons er sild. Tummas T sleppir framat at landa seinni í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald