2013-09-05 21:37
Bæði Saksaberg og Finnur Fríði eru á veg til Tvøroyrar at landa.
Í løtuni landar Høgiklettur á Tvøroyri, teir verða liðnir á middegi í morgin, tá sleppir Saksaberg framat, Saksaberg hevur 550 tons, teir hapa pumpað inn frá Lerki og Róki. Saksaberg verður á Tvøroyri í nátt.
Tíðliga í morgin kemur Finnur Fríði eisini á Tvøroyri, teir hava 1.500 tons, teir eiga tørn aftaná Saksaberg.
Tað er eingin trupulleiki at fáa fólk til arbeiðis á Varðin Pelagic - sjálvt um virkið koyrir døgnið runt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald