2014-09-07 20:13
Saksaberg fór í nátt at sigla inn av feltinum norðanfyri við 550 tonsum av makreli, sum teir hava tikið ímóti frá trolbátunum Skálafossi og Hansu Mariu.
Saksaberg fer á Tvøroyri at landa, teir verða á Tvøroyri um 22-tíðina í kvøld.
Annars frættist frá góðum fiskiskapi norðanfyri, veðrið er gott verður sagt. Tróndur í Gøtu og Jupiter sum partrola, hava júst havt eitt gott tov, sum gav knapt 800 tons.
Trolbátarnir Olga Maria og Fiskaklettur, sum eisini eru á makrelfeltinum, fingu knapt 200 tons í fyrsta tovinum, tað er Atlantsfarið sum tekur ímóti frá teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald