Politikkur

Saknar kunning um Suðuroyartunnilin

...

2021-01-14 11:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bjarni Hammer,tingmaður fyri Javnaðarflokkin, saknar kunning frá landsstýrinum umverkætlanina við Suðuroyartunlinum. Tí hevur hann í dag sett Jørgeni Niclasenein fyrispurning, har hann millum annað spyr, nær partafelagiðSuðuroyartunnilin verður stovnað.

 

Forkanningar til komandi Suðuroyartunnilin vórðu gjørdar í 2020fyri nærum 5 milliónir krónur. Tær flestu kanningarnar blivu gjørdar á sumri,m.a. seismiskar kanningar, sum Landsverk stóð fyri. Greiningarnar skuldu taka2-3 mánaðir, men enn er einki úrslit almannakunngjørt. Bjarni Hammer, tingmaðurfyri Javnaðarflokkin, heldur, at løgtingið eigur at fáa meira kunning umgongdina við verkætlanini, og at allir flokkar á tingi eiga at verða kallaðirsaman fyri at gera eina felags semju.

 

- Taðer av alstórum týdningi, at forarbeiðið heldur áfram, soleiðis at klárt er atbyrja uppá Suðuroyartunnilin, tá Sandoyartunnilin er liðugt boraður. Um vitætla at varðveita føroysku arbeiðsmegina og tunnilskunnleika teirra, sum ermentur í Føroyum seinastu árini, so skal arbeiðið uppá Suðuroyartunnilin byrjabeinanvegin aftaná Sandoyartunnilin.

 

Á vári 2020 legði Bjarni Hammer uppskot fyri tingið um at seta ástovn partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna eftir sama leisti, sumer brúktur til hinar undirsjóvartunlarnar í Føroyum. Uppskotið bleiv felt avsamgonguni, sum metti tað vera einasti rætti framferðarháttur, men sumsamstundis metti, at tað ikki hevði skund at seta á stovn partafelag at geraundirsjóvartunnil til Suðuroynna. Ein grundgeving fyri at fella uppskotið var,at allir flokkar skuldu semjast um ein felags framferðarhátt, og í tí sambandiheittu bæði andstøða og samgonga á landsstýrismannin um beinanvegin at kallaumboð fyri allar flokkar saman.

 

- Tað er skjótt eitt ár síðani fyrsta royndin bleiv gjørd, og tálá tað í kortinum, at tað ikki skuldi ganga long tíð til partafelagið bleivstovnað. Men enn hava vit einki hoyrt frá landsstýrismanninum, og nú er toliðum at vera uppi, sigur Bjarni Hammer. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder