Tey seinastu árini hava framførslurnar hjá Sakaris á G! verið millum hæddarpunktini á festivalinum, og við ikki færri enn trimum stakløgum seinasta árið, so var eingin ivi um, at Sakaris aftur í ár skuldi á pall á G!
SAKARIS er hjartabarnið hjá Sakaris Emil Joensen; eitt sprellandi, litríkt projekt, ið tú noyðist at dansa við til. Glaður, spælandi og nostalgiskur 8-bit elektropoppur blandaður við 80-ára hugløgum og einum einanstandandi serkønum í at skriva tónaløg. SAKARIS er blivin ein tann fremsti elektrosnilliingurin í Føroyum, og hava hansara framførslur gjørt um seg bæði her heima og eisini uttanlands. Viðurkendir festivalar sum SPOT, JaJaJa, Dias Nordicos og Waves Vienna hava tikið væl í móti honum, eins og framførslurnar hjá honum á G! hava verið millum tær bestu, tey árini, hann hevur framført. Eisini hava bløð sum Clash Music og Wired UK róst honum.
Síðan fyrstu heillongdarútgávuna, I Have Beautiful Eyes, við hittum sum tittullagnum og ???Brace Myself???, hevur SAKARIS útgivið trý nýggj løg í 2014, ???Score Music???, ???I Put On This Dress Only For You??? og ???Downer???. Og møguliga er ein nýggj fløga á veg í 2015. Eitt er vist. SAKARIS fer at seta gongd føtur og gott lag á G! 2015.
G! Festivalurin verður 16.-17.-18. juli. Tað er frammanundan greitt, at At The Gates, Jamie Woon, Tinganest, Høgni, Analogik, Conny Jazz, Gluteus Maximus, Kiasmos, Eivør, Teitur, Marius Ziska og Punjab verða millum nøvnini á ársins G! Komandi mánaðin verður bróðurparturin av skránni til G! 2015 avdúkað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald