JN

Sætta árið á rað

...

2014-02-14 23:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tað sigur kanska meira um flogbóltin í Sør­

vágs kommunu enn nakað annað, at hetta 

er sætta árið á rað, at undirritaði kann bera 

fram eina heilsu til tykkum, sum manna 

liðini í bestu deildunum hjá bæði kvinnum 

og monnum.

 Kjarnan í kvinnuflogbóltinum, sum flutti 

upp í bestu deildina í 2008, er ikki við í kapp­

ingini í ár, og unga liðið hevur ikki rættiliga 

fótað sær enn, so hetta er fyrsta árið síðani 

uppflytingina, at kvinnurnar ikki hava verið 

í steypafinaluni í bestu deildini. 

 Vit fara at takka teimum, sum trúliga hava 

sett kommununa í miðdepilin og vóna, at tað 

fer at gangast tykkum væl, nú spónurin er 

settur í annan greyt og ynskja, at SÍ verður 

ríkað við ungum alvum, sum einaferð í 

ókomnum tíðum fara at gera mammunum 

kynstrið eftir á vøllinum.

 Hjá monnunum bresta ÍF og SÍ saman. 

Hetta eru sigursvand feløg, sum hava hitt 

hvønn annan áður. Av teimum fimtan 

finalunum, sum hava verið í steypakapping­

ini, hevur SÍ verið við tíggju ferðir, meðan ÍF 

hevur verið við níggju ferðir.

 Á pappírinum vinnur ÍF, eingin ivi er um 

tað, men júst tað kann geva okkum eina 

spennandi finalu.

 Men tað er ikki bara í bestu deildini, 

at hetta vikuskiftið hevur nakað at bjóða 

teim um, sum hava áhuga í flogbólti. Og her 

smæða vit okkum heldur ikki burtur.

 Dreingir 14, dreingir 16 og mansunglingar 

eru eins og gentur 14 við í morgin, so har eru 

allir møguleikar opnir. Jú, sanniliga, tá ungu 

aldursbólkarnir koma til, sær út til at fara 

at bragda aftur. Og við hesum fari eg vegna 

okkum har vesturi at ynskja øllum eitt gott 

flogbóltsviðurskifti.

Kom so SÍ.

Kelda: FBF.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder