Vinna

Ruth er nú seld til Russlands

...

2021-02-18 20:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í síðstu viku kom nýggja Ruth (7) til Skagen, skipið skal gerðast liðut har, og verður Ruth eftir ætlan liðug seinni í ár.

Reiðarin Gullak Madsen váttar fyri JN.fo, at reiðarí nú hevur selt Ruth (6) til Russlands. Avtalan um at selja Ruth (6) til Russlands bleiv undirskrivað í gjár.

Nú er so staðfest at Ruth (6) ikki verður seld til Føroyar, sum tað annars hevur ljóðað. Tað kom eitt tíðindaskriv til føroysku miðlarnar í august í fjør, at føroyska felagið JKS-Impex hevur gjørt sáttmála við reiðaríið Ruth um at keypa nótaskipið Ruth.

Søgan í stuttum um skipini "RUTH" hjá Gullak Madsen.

Í 1988 var felagið sett á stovn, og var Ruth (1) keypt.

Í 1990 keypti felagið eitt skip úr Føroyum, og bleiv tað síðani umbygt. Talan var um Ruth (2)

Í 1998 kom Ruth (3) í flotan hjá felagnum.

Í 2005 keypa felagið Ruth (4).

Í 2016 var ein nýggj Ruth (5) tikin í brúk.

Í 2020 var Ruth (5) seld, og Ruth (6) gekk inn í handilin.

Í 2021 verður nýggjasta Ruth (7) tikin í brúk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder