2021-03-23 21:14
Russiski trolarin KARELIA, sum lá við bryggju í Kollafirði í kvøld, sleit endarnar fyri løtu síðan, í nógva vindinum sum er. Trolarin kundi, um illa vildi til, enda í fjørðuni á Signabø, hann rak skjótt tvørtur um fjørðin.
Trolarin er beint nú áveg út eftir fjørðinum.
Sí mynd niðanfyri, sum er tikin av Oyrareingjum í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald