2014-08-16 05:08
Russiski konsulin í Føroyum - Árni Dam - hevur í dag fingið skriv frá Russiska sendiharranum í Danmark.
Skrivið kann lesast niðanfyri.
Kæri Hr. Heiðurskonsul
Av tí, at Føroyar ikki er limur í Evropa Samveldinum, er bannið móti innflutningi av eini røð av matvørum frá ES, ið russiska stjórnin setti í gildi 7. august, ikki galdandi fyri samhandil millum Russisku Federatiónina og Føroyar. Ein almenn váttan av hesum krevur tó eina stutta umsitingarliga viðgerð í viðkomandi russiskum aðalráðum og stovnum.
Sambært ???Interfax", hevur varaforsetin Arkady Dvorkovich heitt á viðkomandi deildir um at lata inn uppskot um hetta leygardagin 16. august.
Eg vóni tí, at eg mánadagin kann vátta fyri føroyskum myndugleikum, at samhandilin millum mítt land og Føroyar kann halda áfram sum vanligt.
D. Bukin
Russiskur Sendiharri í Danmark
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald