Vinna

Russaraskipini leggja nógv eftir seg í Føroyum

...

2013-09-03 03:59 Author image
placeholder

 Tað hava verið nógv russisk skip í føroyskum sjógvi í ár. Fyrst á svartkjaftinum sunnanfyri og so nú á makrelinum norðanfyri. ??ll brúka tey føroyskar havnir til at umskipað í, eisini koma skip hendanvegin at umskipað, sum hava fiskað uttanfyri føroyskt sjóøkið, eitt nú tey, sum hava fiskað í grønlendskum sjógvi.

Hesi fremmandaskip brúka havnirnar í Runavík, á Skála, í Fuglafirði, í Kollafirði, á Sundi, í Ánunum, í Vági og viðhvørt eisini í Havn - Givið er, at hesi fremmandaskip leggja nógvan pening eftir seg her í Føroyum - so sum havnagjøld, vinning av oljusølu, proviant, trolútgerð o.a.

Vit hava góðar havnir í vesturøkinum - í Sørvági, Miðvági og Vestmanna - í øllum trimum havnunum er steindett, tí undrar tað meg almikið, at hesar havnir ikki bjóða seg fram, eins og gjørt verður aðrastaðni í landinum.

Jóanis.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder