Vinna

Russar yvirtaka føroyska toskamarknaðin

...

2013-11-08 21:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vit hava tosað við ein royndan føroyskan skipara, sum sigur seg bera ótta fyri, at russar koma at yvirtaka føroyska toskamarknaðin, t.v.s. koma at selja har føroyingar selja nú. Russar keypa fleiri nýmótans trolarar, og ovmikið av toski er at fáa í Barentshavinum.

Skipini.fo skrivar:

Mynd: Shipspotting.com

Polar Princess seld til Russlands


08.11.2013 - 09:41 - 


Flakatrolarin úr Grønlandi Polar Princess er seldur til Russlands.

Polar Princess hevur staði á sølulista seinastu tíðina, men í dag frættist at skipið er selt.
Keypararnir koma úr Russlandi.
Trolarin liggur í løtuni í Skagen har nýggju eigararnir skulu yvirtaka skipið.
Hvar í Russlandi skipið nú skal hava heimstað vita vit ikki.

Polar Princess er helst kendur millum fleiri føroyingar, hetta er fyrrverandi Skálaberg, ið var avloystur í 2003. Skipið varð selt til Grønlands har tað hevur havt heimstað seinastu árini.
Nú hava fyrrverandi Skálaberg og Sundaberg, ið eru systurskip og komu í føroyska fiskiflotan sama ár, bæði heimstað í Russlandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder