2014-11-12 19:16

Vaga.fo skrivar: Sunnudagin, tann 09.11.2014, rundaði Eyðun á Lofti, arbeiðsmaður hjá kommununi, tey sjeyti.
Tað tíðina, Eyðun hevur arbeitt fyri kommununa, hevur hann fyri tað mesta arbeitt við grótlaðing.
Í hesum starvi sínum, hevur hann reist nógvar vakrar varðar eftir seg. Tað seinasta, hann hevur laðað, eru garðarnir við kirkjuna í Sandavági og við Gummaldargøtu í Miðvági.
Í sambandi við dagin, skipaði Vága kommuna fyri lítlum hátíðarhaldi í hølunum hjá arbeiðsmonnunum, har arbeiðsmenn og onnur starvsfólk hjá kommununi høvdu høvi at heilsa uppá Eyðun.
Vága kommuna ynskir Eyðun hjartaliga tillukku við degnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald