Komandi vikuskiftið skipar Vága Tónleikafelag og Borgin á Tvøroyri fyri feitum og forkunnugum rokk konsertum.
Á odda fyri hesum stendur vágabólkin Jurghinn, ið sloppu teirra fyrstu útgávu ???The Proof Is Evidence??? seinasta vetur til sera góð ummæli í m.a. Íslandi og Italien.
Saman við eysturoyingunum The Happening hava teir hildið lív í hartsláandi og whiskeyelskandi Rock & Roll seinastu trý árini her á klettum.
Við teimum er ungi og orkumikli bólkurin Asyllex, ið hava lova at breiða gleðiboðskapinum um Thrash Metal til eitt nýtt ættarlið.
Fyrsta framførslan er á Loftagrund í Sandavági fríggjakvøldið 15. novembur.
Dyrnar opna kl 20:30 og konsertin er ókeypis.
Seinna framførslan er í Borgini á Tvøroyri leygarkvøldið 16. novembur.
Dyrnar opna kl 23:30 og atgongumerkini kosta 80,- pr.stk.
Vitja Jurghinn, The Happening og Asyllex á Facebook fyri meira info
.
facebook.com/Jurghinn
facebook.com/pages/The-Happening/303392679681897
facebook.com/Asyllex
Kelda: sudurras.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald