ÁSEYÐAROYTING 2015
Mikudagin 8. juli vóru vit í áseyðaroyting á Búnaðarstovuni. Umframt tað vanliga arbeiðið, varð seyðurin vigaður og vektirnar skrásettar. Hetta hava vit gjørt fleiri ferðir seinastu árini. ??rslitið vísir, at lombini vóru betur fyri í fjør enn í ár, og eisini var lambatalið minni í 2015 enn í 2014. Sammeta vit fýra tey seinastu árini, er munurin hesin: Ár | 2012 | 2013 | 2014 | 2015 | Dato | 3. juli | 3. juli | 9. juli | 8. juli | Miðalvekt í kg. | 20,81 | 19,9 | 24,6 | 22,56 |
Rokna vit síðan við, at dagligur vøkstur er 250 g, er munurin millum 2014 og 2015 hesi: Ár | 2014 | 2015 | Dato | 9. juli | 8. juli | Miðalvekt í kg. | 24,6 | 22,81 |
Tað merkir, at lombini vigaðu 1,79 kg meira somu tíð í fjør. Vektirnar á lombunum í áseyðaroyting: Lombini á Hvilvt vóru fyrstu ferð vigaði tann 08.07.15. Vektirnar á tvílembulombunum: Í Sunnastu Gongu eru 22 tvílembulomb ??? í Miðjuni 12 tvílembulomb ??? við Svartá 6 tvílembulomb og á Hvilvt eru 2 tvílembulomb Sí annars vektirnar í mai. Afturat teimum vanligu skrásetingunum vóru blóðroyndir tiknar av lombunum, fyri á hendan hátt at kunna ala okkum burtur úr ridluskriðanum. Eisini bleiv helvtin av lombunum í Miðjuni og í Sunnastu roytt. Hetta er fjórða árið av fimm árum, har lomb verða roytt, fyri at fáa kunnleika um, um hetta ávirkar flettivektina á heystardegi. ??rsvektirnar higartil fyri 2015 síggja soleiðis út: Til stuttleikar kann nevnast, at miðal prosent vøksturin á lombunum frá lembing til 26. mai, var 42%, meðan miðal prosent vøksturin á lombunum frá 26. mai til áseyðaroyting 9. juli, tað er 43 dagar, var 48%. Eisini kunnu vit nevna, at tyngsta lambið í ár vigaði 31,5 kg í mun til 40 kg í fjør. Tað minsta lambið í ár vigaði 11,5 kg í mun til 10 kg í fjør. Samanumtikið vóru ærnar toluliga væl fyri og høvdu hampiliga filing. Tó vildi tað ikki verði skeivt at fari á fjall nakað seinni, tá hugsa verður um filingina, men heilivágurin má eisini gevast, og í ár hava ærnar brúk fyri øllum stimbrandi eftir hendan harða veturin og ringa summarið.
|
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald