JN

Roysningurin farin til Noregs

...

2014-02-13 20:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

NGS.fo: Hin 22. januar kom roysningurin til oynna Træna (66030 N) í Norðlandsfylki í Noregi. Hannbleiv eygleiddur og avmyndaður har, og sá út til at vera væl fyri. Táhevði hann ferðast minst 520 fjórðingar frá Jan Mayen (710 N), haðani hann fór frá 10 dagar frammanundan. Einki samband var við roysningin hetta tíðarskeiðið, meðan hann svam á opnum havi.


Aftaná tveir dagar á Træna, fór hann til oynna Handnesøya, ið liggur nærri meginlandinum uttanfyri Nesna. Har var hann verandi til 7. februar tá sambandið við hann slitnaði. Tá høvdu vit fylgt honum í 157 dagar.

Ferðin hjá roysninginum tvørtur um Atlantshav var 2.2 fjórðingar um tíman (4 km/t) í beinari linju. Hetta er ikki tað skjótasta hann hevur svomið, og tí er hugsandi, at hann svam ein væl longri tein, áðrenn hann kom á land í Noregi. Vit hava
mist sambandið við roysningin nú, so helst er sendarin dottin av, ella er tað tí hann aftur ferðast á opnum havi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder