Vinna

Royndu aftur at fáa Hellutanga leysan í gjár og í nátt

...

2021-07-29 06:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit gjørdu aftur tvær royndir at fáa Hellutanga leysan í gjár og í nátt. Vit byrjaðu á morgni ??lavsøkuaftan fram móti fullari flóð. Gøtunes hjá P/F Varðanum, Samson hjá MEST og Brimil settu á við fullari kraft, sum er uml. 250 tons pelatrekk. Hóast flakin livdi eitt sindur bar royndin ikki á mál.

Teir hildu á at hála, og seinnapartin kom Tasilak hjá Royal Greenland eisini at hála. Fram móti fullari flóð á miðnátt var hálað við uml. 330 tons pelatrekki. Hildið var á til kl. 02.30 ??lavsøkumorgun. Tíverri bar royndin heldur ikki á mál, sigur Atli Gregersen stjóri í Hiddenfjord.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder