2013-11-20 04:49
Føroysk, islendsk og grønlendsk skip fiska sild norðanfyri føroyska markið á uml. 65N
Teir seinastu dagarnar hava Norðborg, Tróndur í Gøtu, Aðalsteinn Jónsson og Paloar Amaroq roynt eftir sild norðanfyr 65N, vit hava frætt, at fiskiskapurin hevur verið hampuligur og at tað er sera stór sild skipini hava fingið - uml. 400-450 gramm.
Í kvøld fór Polar Amaroq at sigla inn, teir plaga at landa í Kollafirði, men um teir fara á Kollafjørð ella á Tvøroyri vita vit ikki í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald