2015-12-04 03:09

Grønlendska fyritøkan Royal Greenland hevur keypt seg inn í fyritøkuna Quin- Sea Fisheries í New Foundlandi, sum heldur til í Trinity Bay - keypið skal tó góðkennast av politisku mynduleikunum í New Foundlandi, tað skrivar Vocm.com.
Toskakvotan í New Foundlandi fór niður í næstan einki í 1994, nú er toskurin komin aftur, tað frættist frá góðum toskafiskiskapi við New Foundland og tað ljóðar at toskakvotan skal økjast munandi, tað samanlagt ger, at Royal Greenland vísir so stóran áhuga í New Foundlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald