JN

Rósa Samuelsen helt nýggjársrøðuna í Sandavági

...

2014-01-01 10:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrst vil eg siga tykkum fyriskiparum takk fyri, at tit hava tikið stig til hesa løtu, vit nú eru komin inn í tað nýggja árið.

Tá eg bleiv ringd upp í dag og spurd, um eg kundi siga nøkur orð, so varð mín fyrsti tanki, at tað ber ikki til við so stuttum skotsbráði. Hvat skuldi eg siga, tíðin varð ikki tann nógva til fyrireiking. men samstundis hugsaði eg, at tá ein ung dama ringir og spyr meg um at gera eina tænastu, vildi eg ikki skúgva mær undan, men vildi eisini geva mítt íkast til hesa løtu.

Hetta er ein løta, sum vit fegin vilja vera saman um. Tað hevur verið gomul siðvenja her í bygdini, at koma saman og fylgjast inn í tað nýggja árið. Ein løta, ið er eykenni fyri okkara bygd, við felagssangi, har farið verður uppá gólv og heilsa verður uppá hvønn annan.

Felagskapur og trivnaður ganga saman hond í hond. Sum menniskju hava vit tað best, tá vit føla at vit hoyra til, og at tað er brúk fyri einum. Um ein ikki følir felagskapin, ella ikki følir seg at hoyra til , ger tað nakað við ein, og tað er trupult at verða eydnusamur.

Er tað nakað sum eykennir okkara bygd, og bygdirnar í kommununi - so er tað felagskapur. Eg hugsi um tað stóra sjálvbodna arbeiði, ið verður gjørt. Her hugsið eg um ítróttarfeløgini, talvfelagið, og meinigheitirnar og bjargingarfelagið, sum øll gera eisini eitt sera stórt arbeiði. Tað sum kann undra er, at oftani eru tað fleiri fólk, sum ganga aftur innan fyri hesar og fleiri felagskapir.

Felagskapurin gevur styrki, felagskapurin gevur dirvið og er eisini við til at stuðla uppundir tá vit hava brúk fyri hvørjum øðrum. Vit eru ikki fremmand fyri hvørjum øðrum, av tí at felagskapurin hevur verið tað berandi gjøgnum uppvøksturin, er felagskapurin og samanhaldi eisini tað, sum gevur okkum styrki tá ástendur. Vaksin eru komin saman, tá børnini sum smá, byrjaðu at íðka ítrótt, ella koma á sunnudagsskúla. Børnini koma at kennað hvønn annan og samanhaldið frá barnsbeini kann ikki undirmetast .

Eg minnist, at eg varð við til jólatræðshald inni í Losjuni, áðrenn eg flutti til bygdina. Jólamaðurin var komin at geva børnunum jólapakkað, tá letur hart frá einari konu, sum eg tá ikki kendi. "Jólamaðurin, her eru tvær sum skulu hava jólapakka, tí tær eru við barn. Eg og svigarinnan vóru komnar knapt 3 mdr viðbarn, hvør skuldi trúð at nakar visti nakað, tí einki sást. Eg minnist, at flest øll vaksin komu og ynskti okkum tillukku. Hetta er eitt dømi, um ynski at deila løturnar og soleiðis eisini at verða tikin við inn í felagskapin

Mínir tankar koma aftur til ta tíðina eg sjálv fyri 30 árum kom til bygdina, tað vinarligu móttøku eg fekk. Eg veit fleiri við mær hava fingið somu móttøku, tí kann hon ikki sigast frá nóg oftani. Eg minnist at Jóhanna í Horni, úti á Bakkað, kom ímóti mær og ynskti meg so hjartaliga vælkomna til bygdina. Soleiðis vilja vit øll verða móttikin. Eg vóni at vit øll kunnu takað við læru og føra hendan góða sið víðari til onnur. Onnur minnir eg havi frá hesari megnar kvinnu, varð tá eg hevði hjálpt henni við onkrum smávegis, tá vildi hon fegin vísa sítt takksemi. Hon kom niðan til hús við einar kaku, sum eg skuldi hava. Hon helt at tað bar ikki til hjá mær nú eg varð komin uppí politikk, og hevði so nógv at takast við, at bakað manninum kaku afturvið kaffinum.

At tilflytarir, Føroyingar sum útlendingar, skjótt verða kontaktaði tá tey koma til eina bygd og biðin um at takað eina hond í eitthvørt, er eisini við til at fólk koma at trívast og føla at tey hoyra til. Tað ber kanska ikki til at vera við beinanvegin, men bara at onkur hevur víst tær áhuga er nokk. Tað ber altið til at koma inn í felagskapin. Hetta er ikki nakað, sum vit skulu undirmeta og er eisini nakað, sum eyðkennir Sandavàg og hinar bygdirnar í kommununi.

Dagurin í dag her í bygdini og hendan løtan, er eitt gott dømi um hvat bygdin kann, eitt dømi um, at tað er viljin og áraðið sum dregur verkið. Einki nýggjàrshald varð lagt til rættis fyrr enn í gjár, men av tí at ein ung kvinna, saman við øðrum tóku stig at fyriskipa og heittu á fólk, um at verða við, so vísti tað seg skjótt, at eini 40 - 50 fólk vóru fús til at standa saman um at hugna um í bygdini. Blikk eru sett upp runt um í bygdunum og ikki at talað um árstalið, eisini er SÍF húsið gjørt klárt, fyri at takað ímóti.

At ung fólk á hendan hátt takað stig...... og onnur stuðla uppundir, er eitt dømi um at tá vilji er -- ber til. Og eisini vísir tað, at okkara ungdómur, hevur tikið við læru, baðið heimanfrá og innan felagskapir, týdningin av felagskapinum og hvussu týdningarmikil trivnaðurin er fyri eina bygd. Lat hetta vera ein áminning til okkum øll, at hesa løtuna vilja vit ikki vera fyri uttan, og at vit framyvir leggja tiltaki tilrættis.

Vit vilja øll í felag vísa á, at her er gott at verða, at vit takað tøk saman, og at tilflytarar hava stóran týdning fyri okkum øll eisini.

Eg vil til seinast enn eina ferð siga tykkum fyriskiparum, stóra takk fyri hesa løtuna í kvøld, takk fyri til tykkum øll sum hava verið við at prýtt bygdinga og takk til tykkum, sum hava tikið stig at samlað grannaløg til gleði og gaman.

Stóra takk til tykkum øll, sum á hvørjum árið hava verið við at geva tykkara íkast.

Eg vil ynskja tykkum øllum, bygdafólki, øllum í Vága kommunu og Føroya fólki annars, eitt gott og av Harranum signað nýggjár.

Takk fyri.

Rósa Samuelsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder