JN

Rør brast í Klaksvík - myndir

...

2016-06-13 19:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Klokkan 19:29 í kvøld fekk løgreglan í Havn eina fráboðan um, at eitt rør var brostið á einum virki á bryggjuni í Klaksvík.

Løgregla, sjúkrabilur og brandliðið vóru boðsend, tí í fyrsti siftu visti løgreglan ikki hvussu álvarsligt óhappið var, tað hoyrdist eitt buldur í Klaksvík, og nógvar fráboðarnir komu, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn við JN.fo. Hann leggur afturat, at tí betur spældi alt væl av.

Eyðun Høgnesen hevur tikið myndirnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder