Vinna

Roknskapur fyri 2020 hjá TRYGD

...

2021-03-12 08:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Góð úrslit, hóast eitt avbjóðandi 2020 

Hóast 2020 hevur verið merkt av stórum skaðaendurgjøldum og koronafarsóttini, eru úrslitini,nú roknskapurin er lagdur fram, góð. Trygd hevði 12,5 mió. kr. í avlopi fyri skatt í 2020. 

Gongdin hjá Trygd í 2020 hevur sum heild verið misjøvn. Árið byrjaði við nógvum illveðri og sostattstórum skaðaendurgjøldum. Fyrst í mars vórðu nærum 300 fráboðanir um skaðar í sambandi viðillveður viðgjørdar, og hetta er væl hægri enn undanfarin ár. Síðani byrjaði koronafarsóttin at geraum seg, og farsóttin elvdi til nógvar fyrispurningar um avlýstar uttanlandsferðir og tískil øktarbeiðstrýst hjá Trygd. Íkomna støðan við COVID-19 elvdi sjálvsagt eisini til stór endurgjøld. 

Seinna hálva av 2020 var tó ikki eins baldrut og fyrsta hálva. Hetta var ikki minst orsakað av, atveðrið háttaði sær væl seinna hálvár. 

???Samanumtikið eru vit nøgd við úrslitini fyri 2020. Tað er eingin loyna, at árið fekk eina helduravbjóðandi byrjan við nógvum illveðri og eini heimsfarsótt, sum høvdu við sær stór skaða- ogavlýsingarendurgjøld. Síðani hevur gongdin verið góð, og 2020 hilnaðist betri enn líkt var til á vári ífjør. So vónirnar fyri 2021 eru góðar???, sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd. 

Grønar og burðardyggar verkætlanir 

Hóast koronafarsóttin hevur elvt til økt arbeiðstrýst og avmarkingar, hevur felagið kortini havt stundirat menna fleiri verkætlanir. Sum partur av at gerast ein meira grøn og burðardygg fyritøka, er Trygdfarið undir at skifta allar sínar bilar út við el-bilar. Harafturat hevur felagið eisini valt at keypa millumannað endurnýttar teldur til skrivstovubrúk í tilgongdini at gerast ein meira burðardygg fyritøka. 

Trygd samstarvar við Ráðið fyri ferðslutrygd, ið ger eitt megnar arbeiði fyri at bøta um ferðslutrygdina.Trygd samstarvar eisini við Landsverk um hagtøl fyri vegastrekkir við nógvum skaðum, og hetta erein ítøkilig verkætlan, ið leypandi skal betra um ferðslutrygdina. Í 2020 læt eingin lív í ferðsluni, ogtað er at fegnast um. 

???Nýskapan og umhvørvið verða lyklaorðini hjá Trygd komandi árini. Sum ein lutfalsliga nýggjuraktørur vilja vit áhaldandi skapa kapping og vera við til at menna føroyska tryggingarmarknaðin. Sumein nútíðarhóskandi fyritøka er tað púra natúrligt, at umhvørvisatlit og burðardygd fylla nógv í hesitilgongdini, ið bæði gangar okkum sum fyritøku, okkara kundum og samfelagnum vit eru partur av???,sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd. 

Roknskapurin í stuttum 

??? Ársúrslitið fyri skatt var 12,5 mió. kr. í 2020, meðan úrslitið fyri 2019 var 14,5 mió. kr. 

??? Ársúrslitið eftir skatt gjørdist 10,2 mió. kr. í 2020, og til samanberingar var ársúrslitið eftir skattí fjør 14,5 mió. kr. 

??? Tryggingartekniska úrslitið var 13,4 mió kr. í 2020 samanborið við 18,4 mió kr. í 2019. 

??? Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 8,8 mió kr. í 2020 og vóru tilsamans135,8 mió. kr. Hækkingin stavar frá nýggjum kundum og fleiri tryggingum til verandi kundar. 

??? Skaðaendurgjøldini hækkaðu úr 69 mió. kr. í 2019 upp í 84 mió kr. í 2020. 

??? Skaðaprosentparturin hækkaði úr 61,3% í 2019 upp í 69,6% í 2020.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder