Ítróttur

Róðurin hjá 6-mannaførum strikaður

...

2014-07-16 02:08 Author image
placeholder

 Fráboðan !

Í samband kæruna hjá 6-mannafarinum Gongurólvi við monnum, kom Ítróttardómstólurin til ta niðurstøðu at vísa málið aftur til RSF at taka støðu til, um róðurin skal rógvast umaftur, ella um róðurin skal strikast.

Nevndin hevur á nevndarfundi í kvøld viðgjørt avgerðina hjá Ítróttardómstólinum. Niðurstøðan hjá nevndini í RSF er, at róðurin hjá 6-mannaførum við monnum á sundalagsstevnu 2014 verður strikaður.

Samlaða støðan á stigatalvuni sær tí soleiðis út:

Nr. 1 Hvessingur 31 stig

Nr. 2 Jarnbardur 28 stig

Nr. 3 Páll Fangi 20 stig

Nr. 4 Sølmundur 16 stig

Nr. 5 Tvørabáturin 16 stig

Nr. 6 Rádni 14 stig

Nr. 7 Gongurólvur 7 stig

Nr. 8 Lómur 6 stig

Nr. 9 Smyril 2 stig

Nr. 10 Kollfirðingur 0 stig

 

Við róðrarkvøðu,

nevndin í Róðrarsambandinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder