JN

Røða í sambandi við, at Fountain Hús letur upp

...

2014-04-02 21:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Røða í sambandi við, at Fountain Hús letur upp

???Heinesens hús??? á Tinghúsvegnum

2. apríl 2014 kl. 14.00

???Idag er der Lys i Overflod,

et Luftsyn er Verden, hvid og blaa!

Det er en Dag for det svimle Mod,

selv Skyggen er overmodigt blaa!

Et Luftsyn er Verden: de kendte Ting

set i et flimrende Spejl af Drøm.

Hvor luer fortroligt de nære Ting

i deres Dragt af ufavnelig Drøm!???

Soleiðis yrkti William Heinesen í yrkingin ???Sol og Sne??? úr yrkingarsavninum ???Sange mod Vaardybet??? frá 1927.

Henda yrkingin hóskar væl til dagin í dag, nú tað várar í gomlu Havnini og summari er á veg ??? eisini her í Heinesens húsi.

???Det er en Dag for det svimle Mod??? ??? ???Tað er ein Dagur fyri tað ørandi Dirvi??? ??? dirvið at savna orku, mót og pengar til eitt Fountain hús, sum hevur verið so leingi á væntu og fer at geva teimum, sum hava tørv á tí, møguleikan til at koma í eitt hús - í ein felagsskap, ið rúmar arbeiði, sosiala og javnmetta samveru og motivatión til at skapa sær eina virðiliga og virkna tilveru útfrá egnu treytum.

Fountain hús eru grundað á eina meginreglu um sjálvbodnan limaskap, har limurin er væntaður, ynsktur og tørvaður.

Í einari danskari eftirmeting av Fountain húsunum í Danmark, ið varð gjørd í 2011, verður í fororðinum byrja við einari endurgeving frá einum limi í Fountain húsinum í Vejle, sum sigur:

???- Og tað haldi eg, er nakað av tí, ein eigur at leggja sær í geyma, at ein psykiatari kennir meg á ein hátt, mín kontaktpersónur kennir meg á ein annan hátt, men her (í Fountain húsinum) síggja tey eina meira fullfíggjaða mynd av mær, tí her brúka vit nógv meira tíð saman.???

Endurgevingin endurspeglar tað holistiska menniskjasýnið - ta menniskjafatan, sum seyrar ígjøgnum Fountain húsini, og hátturin arbeitt verður uppá.

Menniskja verður sæð í síni heild, við øllum sínum ymsu aspektum, og sjóneykan verður ikki einans sett á sjúkuna ella avmarkingarnar, ið hon viðførir.

Fountain húsið bjóðar harumframt ein sosialan felagsskap, har tú fær loyvið til at menna teg ??? at útfolda teg ??? og brúka títt tilfeingið, og á hendan hátt hevur tú ábyrgd fyri at megna egið lív.

Súna Mørk og Súsanna Winther Poulsen, tit báðar, hava saman við øðrum nú í fleiri ár, miðvíst og áhaldandi arbeitt framímóti at skapa henda møguleikan fyri sálarveik í Føroyum. Og eg gleðist um, at tað eydnaðist at fáa játtað 2 mió. kr. á løgtingsins fíggjarlóg til endamálið.

Arbeiðið hjá tykkum hevur verið merkt av professionalismu, dygd, og sakligheit.

Tit hava vent tykkum til politiska tað umhvørvið, til almenningin, til stuðlar í Føroyum og í Danmark, og biðið um stuðul og hjálp, soleiðis at hesin dreymurin kundi gerast veruleiki. Og tað er loyvt at droyma, og tað er loyvt at biðja um stuðul og hjálp. Og í dag standa vit so her, í fyrsta Fountain Húsinum í Føroyum.

Gaman í er hetta fyrsta stigið ein royndarverkætlan í trý ár, har tit fáa høvi til at gera tykkara royndir, at staðfesta tørvin, og hvussu eitt Fountain Hús best kann virka í føroyska landslagnum. Við tykkara drúgvu royndum og eldhuga, ivist eg onga løtu í, at henda verkætlanin fer at eydnast.

Royndirnar í okkara grannalondum vísa, at alt fleiri fólk enda varandi uttanfyri arbeiðsmarknaðin. Samstundis er tað eitt vaksandi tal av ungum, sum vera fyritíðar­pensjónistar. Og hækkingin er serliga orsakað av, at alsamt fleiri fólk fáa sálarligar sjúkur og sálarligar trupulleikar.

Í Danmark hækkaði talið av fólki, ið blivu fyritíðarpensjónistar vegna sálarligum sjúkum og sálarligum trupulleikum við 79% í tíðarskeiðinum 2000-2008. Hetta hevur havt við sær, at neyðugt er við nýhugsan. Eitt nú er greitt, at tað eru fleiri, sum hava sálarligar trupulleikar, sum samstundis virka rímiliga væl í gerandisdegnum. Hesi hava tørv á minni víðfevndum átøkum, so sum massiv psykiatriska viðgerðartilboð og møguligar innleggingar. Heldur tørvar teimum stuðul at megna at varðveita eitt arbeiðið og megna egið lív. Her er Fountain Húsið eitt sera gott tilboð, samstundis sum aðrir møguleikar eisini eru í almennu skipanunum.

Í fjør fingu vit lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk, og við henni hevur Almannaverkið fingið fleiri amboð at nýta til at skapa ein rúmligan arbeiðsmarknað og gera átøk til tess at fyribyrgja, at fólk enda varandi uttanfyri arbeiðsmarknaðin. Eisini á øðrum økjum á almannaøkinum, eru átøk og tilboð, sum skulu verða við til at hjálpa fólki, sum á ein ella annan hátt hava trupult við at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Her havi eg eisini hug til at vísa á Dugna, sum bæði hevur skúla, verkstøð og arbeiðstilboð. Tað er mín vón, at samstarvið við hesar skipanir fer at eydnast væl, soleiðis at tit í felag kunnu lyfta hesa stóru uppgávu.

Eg fari at enda við einum broti úr eina yrking av Williami, úr sama yrkingasavni, ???Sange fra Vaardybet???, ið eitur ???Blomster i Sne???. Við hesum fari eg at ynskja tykkum og komandi limum í Fountain húsinum allar bestu eydnu og blíðan byr.

"Dybe er disse Blomsterøjne,

afsindsdybe ??? nej, dybe som Sind,

der bøjer sig glædesberust og forsagt:

de ved, at Verden, skønt blændet og blind,

har en Kærne af ??mhed, kender dens Magt,

spejler dens Magt i leende ??jne."

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder