Mentan

Røða hjá Bjørn Kalsø í Mikladali

...

2014-08-02 01:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Dregur stilt við strendur

summaraldan blíð ???

hvílast troyttar hendur ???

lokið dagsins stríð.

Summarlýðkan brosar

blítt um Mikladal ???

Mylluáin tosar

still um barnaspæl.

Sorgardags og gleðis

stillu vøkru ljóð ???

máttloysi og megis,

yvir fedra slóð.

Mylluá, tú kvøður,

og eg skilji teg - - -

einaferð tú kvøður

eisini um meg???

(Hans J. Glerfoss, úr yrkingasavninum Til B, 1966)

Góðu fyrireikarar ??? góðu kalsingar, góðu gestir.

Í vøkru yrkingini ???Mylluáin???, eftir bygdamannin Hans J. Glerfoss, sála, eru vit í Mikladali eitt góðveðurskvøld. Yrkingin lýsir - á stillføran hátt - lívið í Mikladali, har Mylluáin bindur saman - farin og komandi ættarlið.

So mildur er Kristian Osvald Viderø ikki, tá hann í ???Saga Mikladals??? samanber Kalsoynna við stóra róðrarskútu, stevnandi norðureftir, og lendingina her í Mikladali við bógvin á skútuni. ??? Hann sigur soleiðis:???Her hevur av sonnum væðið um æsingarnar. Eitt sinn stóð sjórokið frá øldunum svá hátt og tjúkt upp um borðstokkin, at Kunoyggin á miðjum degi hvarv øll úr eygsjón???.

Tað er á hesum stórslidna staði, her náttúrukreftirnar gera um seg ??? her, ið land og hav renna saman, at Kópakonan í dag fær sítt pláss, dygst við sjóvarmálan á Stórakneysa.

???Gevið ljóð og líði á

Leggið væl í minni

Meðan eg kvøði um kóparnar

Í Mikladali á sinni ???

Verður kvøðið í Kópakvæðinum, um kóparnar, sum gomlu jólanátt komu á land her. - Og aldargamla søgnin um Kópakonuna er eisini væl kend, og hon hugtekur okkum framvegis. Vit ímynda okkum bóndan á Sunnanágarði, sum krógvar seg og eygleiðir Kópakonuna, sum - tá hon smoyggir seg úr haminum - er vakrasta sprund, hann nakrantíð hevur sæð. Kópakonan noyðist at fara við bóndanum, tá hann tekur hamin og læsir hann í kistuna. Tey liva saman og fáa børn. Kópakonan gloymir tó ikki brimilin, ið bíðar henni, og hon rýmir, tá bóndin ein dagin hevur gloymt lykilin til kistuna, tá hann er farin til útróðrar.

Kópakonan sýnir tó eisini móðurkenslur. Og tað nemur okkum, tá søgnin sigur, at kópurin, ið sæst standa í sjónum tætt inni við land, er Kópakonan, ið eygleiðir børn síni.

Søgnin um Kópakonuna er við ymsum frábrigdum kend á øðrum plássum, - eitt nú í Skálavík, - og sagnir um Kópakonur eru eisini í Íslandi, í bretsku oyggjunum og aðrastaðni við.

Í Mikladali fær søgnin ein heldur harðrendan enda. Kópakonan biður ilt yvir fólkið, tá bóndin ikki gáar eftir, tá hon kemur til hansara í dreymi, og biður hann eira brimlinum og nósum hennara, tá mikladalsmenn fara til láturs at sláa kóp. Bæði brimilin og nósanir verða dripnir. Og tá bóndin situr við borðið, og høvdið av brimlinum og lállurnar av nósinum eru lagdar upp úr pottinum, kemur Kópakonan, øðilig á at líta, innar, og lovar hevnd.

Søgnin hevur sostatt ikki einans ljósar síður, og tí kann onkur kanska undrast á, at standmyndin nú verður reist. Men søgu og sagnir okkara eiga vit ikki at fjala ella gloyma! Tær eru partur av okkara mentanararvi, ið við eini ætlan sum hesari, kunnu ríka gerandisdagin bæði hjá lokala fólkinum og teimum ferðandi, sum koma uttanífrá í oynna.

llbønin hjá Kópakonuni vísir okkum á harðar og truplar lívstreytir, har menniskjan og náttúran eru tætt knýtt í einum sambandi, sum er treytað av virðing og javnvág. Søgnin sigur okkum nakað um tráan eftir tí, sum ikki ber til, um kærleika, hatur, hevnd, tolsemi, øvund og frælsi.

Søgnin sigur okkum eisini, at tað ikki roynist serliga væl at broyta onnur við at leggja bond á. Bóndin tók Kópakonuna úr sínum náttúrliga umhvørvi, við at taka hennara frælsið - hamin - og læsa hann í kistuna. Men eftir hetta fór alt at snúgva seg um lykilin og kistuna. Friðurin var úti! Og tá ið høvi beyðst - rímdi Kópakonan.

Eins og Kópakonan rýmdi úr Mikladali - tráar hugurin hjá fólki í dag av bygd í bý, har býarlívið og mongu tilboðini lokka. Hesum tíðaranda fáa vit ikki steðgað við at taka frælsið at velja frá fólki eins og bóndin á Sunnanágarði gjørdi við Kópakonuna. Í so máta er einki broytt! - Men júst verkætlanir sum hendan við standmyndini, sum verður avdúkað í dag, kunnu vera við til at skapa betri fortreytir fyri, meira lívi í bygdini og oynni allari.

Alt gongur jú í eini ringrás!

Mong liva í dag í býum fjart frá náttúruni. Hesin liviháttur hevur ført við sær ein brennandi longsul eftir upplivingum burtur frá strongda býarlívinum og nærri náttúrini. Av somu orsøkum síggjast alt fleiri ferðandi í oyggjasamfeløgum sum okkara. Og tað er lítið at ivast í, at ein túrur í Kalsoynna, í vøkru og stórslignu náttúruna, er stór uppliving hjá ferðandi.

Og lítið er at ivist í, at Kópakonan verður ein ferðafólkaattraktión. Vit síggja jú, hvussu leikur fer aðrastaðni: Í New York er Frælsis Gudinnan, í Dublin Molly Malone, í Keypmannahavn Havfrúgvin og nú í Mikladali - Kópakonan!

Søgnin um Kópakonuna er eisini ein samantvinnaður partur av bygdarsøgnuni. Vit vita, at hon var matmóðir á Sunnanágarði. Kistan hjá henni er framvegis í bygdini, og tað sigst eisini, at serliga handaliga hegni og hvassa vitið hjá mikladalsfólki er arvað frá Kópakonuni. Kópakonan er tí ikki bara ein søgn, men ein partur av samleikanum á staðnum, sum ber til at greiða ferðandi frá, soleiðis at vitjanin gerst spennandi og áhugaverd.

Við sera flottu og væl frágingnu standmyndini, sum Hans Pauli Olsen, myndahøggari hevur evnað til, og sum nú stendur ytst úti á helluni, er nýtt lív blást í søgnina um Kópakonuna, og eru tað fyrireikarirnir av Sjómannadegnum, sum hava tikið stig til stórfingnu verkætlanina. Tit eiga rós og stóra tøkk uppiborna ??? lat ongan iva vera um tað! - Ikki minst teir tríggir í nevndini: ??lavur Samson, Olivur Thomsen og Oliver Joensen, sum í góðum samstarvi og treysti, hava staðið fyri drúgva, men væla arbeiðnum. - Eisini teimum, ið hava stuðlað og hjálpt til, ynski eg at bera eina tøkk.

Kópakonan er aftur á helluni í Mikladali ??? Hesaferð vildi hon treyðugt oman úr bygdini. ??tlanin var at flúgva hana oman við tyrlu, mjørki forðaði tó hesum. Men tá einir tjúgu mans fóru undir at bera hana oman, lat hon sær lynda. - Og nú vænti eg, hon verður standandi.

Fari at lata Hans J. Glerfoss, sum legði fyri, eiga seinastu orðini, og bera eina kvøðu til Kópakonuna við yrkingini ???Kvinnulyndi???

Sum summarnátt og sunnanlot

sum áarrák og alduskot

sum morgunbros

sum íðudrag

sum dúgvutos og veingjaslag.

So spøli og so gátuført

so sníkið ??? á, og snildisstórt,

so snúgvið og so kynsturkátt

sum løkjatos á summarnátt.

Tað voldir og tað nørir sár ???

tó uttan tað øll míni ár

eg aldri gæt ein andadrátt,

tí kvinnan er ein summarnátt.

(Hans J. Glerfoss, úr yrkingasavninum Til B, 1966)

Takk fyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder