2021-08-26 12:15

Hiddenfjord fer at ala laks sunnanvert Fútaklett (Beint útfyri har Vágatunnilin byrjar á vágalandinum). Teir hava í drúgva tíð kannað streymviðurskiftini har, og meta at tað fer at bera til.
Nú verður riggað til, tað eru sverar greiðir, sum verða lagdar út - vit tóku hesar myndirnar á Oyrargjógv í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald