2014-10-10 20:10

Á aðalfundi í ríðisambandinum herfyri, boðaði formaðurin Hjalmar Petersen frá, at hann ikki tók við afturvalið.
Ríðisambandið hevur nú skipað seg, við Brandur í Dali sum nýggjum formanni. Brandur í Dali umboðar Føroya Ríðingarfelag í Ríðisambandinum, formaðurin er samstundis stjórnarlimur í ÍSF.
Ríðisambandið er sersamband undir ÍSF, og er endamálið hjá sersambandinum at fremja ríðing sum ítrótt.
Nýggja nevndin í Ríðisambandinum sær soleiðis út:
Formaður, Brandur í Dali - Føroya Ríðingarfelag
Næstformaður, Zacharias R. Jacobsen - Vága Ríðingarfelag
Nevndarlimur, David Nordendal - Føroyskt Íslandsrossafelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald