2021-07-29 15:06
Í morgun klokkan átta vóru boð eftir Rescue LÍV at fara einum svenskum seglbáti, sum lá eina 15 fjórðingar eystur úr Sandoynni, til hjálpar.
Seglbáturin hevði maskinbrek, og tað var blikalogn, so ikki bar til at sigla við seglum. Tað var eisini greytatjúkt, og sýnið var tí sera ringt.
Alt gekk væl, og báturin varð sleipaður á Havnina, higar vit komu klokkan tvey.
Manningin á Rescue LÍV ynskir øllum eina góða og trygga ólavsøku
Kelda: Rescue LÍV.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald