![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Frá 1. oktober 2020 lækkar rentan á orku- og elbillánum niður í 1,75%.Ítøkiliga merkir hetta, at eitt húsarhald, sum hevur lán til ein elbil ella tilaðrar orkusparandi loysnir, fær nú eitt lán við lægri rentu.
Hevur tú til dømis eitt elbillán á 300.000 kr. við eini rentu á 2,75%, og sumverður afturgoldið yvir 7 ár, so minkar mánaðarliga gjaldið frá 4.090 kr. niður í3.952. Tú sparir 138 kr. um mánaðin og 1.600 kr. um árið.
Broytingin fevnir um bæði verandi kundar og nýggjar kundar, sum eru í einifyrimunaskipan hjá BankNordik.
Hvat er eitt orkulán?
Eitt orkulán er eitt bústaðarlán til orkusparandi loysnir. Hesar loysnir kunnu tildømis vera:
??? at bjálva húsini
??? nýggj vindeygu
??? nýtt tak ella nýggjan klædning
??? nýggja ella alternativa orkuskipan
Fyrimunirnir við orkusparandi loysnum eru fleiri, og tað er ofta soleiðis, at gerttú onkra einstaka broyting, kanst tú fáa bæði orkunýtsluna niður, betriinniumhvørvi og eisini ein grønari gerandisdag.BankNordik vil fegin stuðla undir grønar loysnir, og tí er rentan á orku- ogelbillánum lægri enn onnur líknandi lán.
Lætt at løða elbilin
BankNordik hevur keypt og sett upp løðistøðir við deildirnar í Havn, Saltangará,Klaksvík, Miðvági og á Tvøroyri, so sama hvar kundarnir hjá bankanum erustaddir í landinum, er nú lætt at koma til eina løðistøð at løða elbilin ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald