Fyrsta stóra tiltak er árliga Flaggdagsrenningin, sum er á flaggdegnum 25. apríl. Áður hava vit byrja á Vaglinum, beint eftir flaggdaghaldið hjá skótunum. Í ár byrja vit á Kongabrúnni og renna so út til áraka Boðanesheimið. Hesin teinur skal rennast 2 ferð. Í alt er talan um knappar 7 km. Talan er bæði um einstaklingakapping, men eisini um firmakapping, har virkir kappast móti hvørjum øðrum. Barnarenning er eisini á skránni. Í ár vera 3 bólkar av gentum og dreingjum, móti 1 bólki áður, hetta fyri at fáa eina rættvísari kapping. Børnini renna frá Kongabrúnni og út til "Nyhavn" og aftur til Kongabrúnna. Heiðursmerkir eru til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum og gávukort til allar vinnarar.
Næsta stóra tiltak, er SMS boðrenning, sum verður 24. mai á økinum við SMS og inn í Viðarlundina. Hetta er burturav ein firmakapping, har hvør luttakari gongur/rennur knappar 3 km. Aldursmarkið er 18 ár. 4 ymiskir bólkar eru, 3 kvinnur, 3 menn, 2 kvinnur og 1 maður ella 2 menn og 1 kvinna. Heiðursmerkir eru til nr. 1, 2 og 3, og harafturat fáa vinnarar steyp/skreytlut. Aftaná er hugnaløta á økinum við SMS.
Triðja stóra tiltak er Tórshavn marathon, sum fer av bakkastokki 7.
juni, tá mentanarvikuskiftið er í Havn. Tá er møguleiki at renna heilt ella ½ marathon. Í ár er marathon rutan nakað broytt, við tað at vit í ár venda í Kaldbaksbotni og renna so nakað meir inni í býnum. Millum annað skal nú rennast út á Argjaboða at venda. Byrja og enda á Vaglinum.
Harafturat verður skipa fyri "Heilsurenning" sum er 5-6km.
Møguligt er longu nú at melda til flestu kappingarnar. Hetta kann gerast umvegis heimasíðuna hjá http://www.bragdid.fo/, har vit javnan kunnað um okkara tiltøk.
Tilmeldingarsíðan sæst her: http://www.bragdid.fo/?page_id=4076
Eisini hava vit eina enska versión til Tórshavn Marathon, sum sæst her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald