Leygardagin 16 aug. kl. 11.00 skipar Oyíf saman við Roysni fyri rennikapping frá Skálabotni til Oyndafjarðar.
Kappinging byrjar við Fast í Skálabotni og er málið við skúlin í Oyndafirði. Teinurin er 11 km.
Hettar er ein sindur ørvísi rennistrekki, við tað at man rennur á sløttum, síðani kemur ein rímiliga lang mótbrekka, aftaná hettar kemur so undanbrekka. Tá ið man er komin oman til slætt, eru nakrir km. eftir, áðrenn man kemur á mál við skúlan í Oyndafirði.
Tað verður møguleiki fyri at fáa vatn á rutini.
Luttøkugjaldið er 50,- kr. pr. luttakara.
Tilmelding kann fara fram umvegis t-post [email protected], á tlf. 214000 og man kann eisini melda seg til beint áðrenn kappingin byrjar.
Tað verða 3 bólkar hjá kvinnum og monnum, teir eru: opin bólkur, bólkur fyri veteranar (45+) og superveteranar (55+).
Vinnarnir fáa heiðursmerkir. Vinningar verða eisini drignir millum allar luttakarnar og er lutaseðilin start nr.
Aftaná kappingina verður møguleiki fyri at fáa vatn, frukt og okkurt til matna.
Møguleiki verður eisini at sleppa í bað.
Flutningur frá Oyndafirði til Skálabotn verður eisini um tørvur er á hesum.
Vegna fyrireikarnar
Oyíf og Roysni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald