
Føroya Reiðarafelag hevur verið í fjølmiðlunum, har teir nokta fyri at hava kunnleika til, at reiðarar á tveimum skipum, IKKI halda galdandi sáttmála.
Her siga teir ??SATT, tí teir burdu vita, at sersáttmálarnir fyri hesi skip IKKI bert eru framlongdir, men at manningin eisini fyri fleiri túrar í 2018 eru avroknaðir eftir sersáttmálanum, EISINI eftir at hesir reiðarar gjørdust limir í Føroya Reiðarafelag.
Reiðarafelagið veit, at ein reiðari IKKI kann loysa seg frá einum sersáttmála millum reiðara og manningarfelag, sum er forlongdur til 1. apríl 2019, við at melda seg inn í Føroya Reiðarafelag.
Spell at leiðslan fyri Føroya Reiðarafelag tykist at góðtaka og stuðla slíkum sáttmálabrotum, og hendan framferð skapar IKKI júst álit á reiðarafelagið, nú sáttmálasamráðingar standa fyri framman.
Tórshavn, 30. oktober 2018
Føroya Fiskimannafelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald