Mentan

???So ganga míni ár??? Martin Joensen 60 ár

...

2013-09-11 22:19 Author image
placeholder

Vestmanna: 

Í sambandi við, at Martin Joensen fylti 60 ár tann 27. august í ár, verður skipað fyri listaframsýning og konsert í Vektarbúðini hjá Niels hjá John leygardagin tann 21. september 2013.

Kl. 14.00 - 23.00
Listaframsýning við málningum hjá Martin Joensen
??keypis atgongd.
Í íbúðini verður skipað fyri café.

Kl. 20.00 verður konsert við Martin Joensen
Jonhard Mikkelsen hugleiðir um skaldið,
Gyðja Hjalmardóttir lesir yrkingar
og Kirstin Johannesen syngir nakrar sangir

Atgongumerki til konsertina á 100 kr. verða seld á Kommunuskrivstovuni.
Einans 50 atgongumerki verða seld.

***

Martin Joensen???er føddur???27. august???1953???í???Vestmanna. Martin er útbúgvin grafikari, men er serliga vorðin kendur sum tónleikari, sangskrivari, tónasmiður og sangari. Martin hevur millum ár og dag spælt við fleiri ymiskum tónleikabólkum, og yrkingar hansara eru givnar út á ymsum plátum, bondum og fløgum, og í???2006???savnaðar í heildarsavn.

Martin var føddur í???Vestmanna???í???1953, og har vaks hann upp. Foreldur hansara vóru Emil Joensen av Heygum, Vestmanna, og Maria Joensen (fødd Jacobsen) av Vatnsoyrum. Hann var næstelstur av fýra systkjum. Hann tók realprógv í 1970, síðan studentsprógv úr Hoydølum í 1973. Hann er útbúgvin teknari og grafikari á???Skolen for brugskunst???í???1982. Martin hevur gjørt vart við seg á ymiskum listaøkjum. Hann er???tónleikari, hevur skrivað sangir og yrkingar, myndskrýtt, skrivað sangleikir og gjørt løg. Fyrsti teksturin, sum varð nýttur til útgávu, var???"Svarti Ravnur",???sum???Kræklingarspældu inn í 1975-76. Hann hevur verið limur í tónleikabólkinum???Vestmenn???síðani byrjanina í 1982, teir hava givið út fimm plátur.

Í???1986???gav Martin Joensen út bandið ???Morgun". Bandið hevur heitið eftir hesari yrkingini, sum Martin gjørdi lag til og sjálvur syngur á bandinum.
Yrkingin???Morgun???er prentað í ???Grønu sangbókini", sum kom út í???1993. Í Grønu songbók er hann umboðaður við 36 sangum, teir flestu av hesum hevur hann eisini sjávlur gjørt lag til.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder