JN

Rán í Tórshavn 2. páskakvøld

...

2014-04-22 19:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Mánakvøldið tann 21. april kl. 2330 fekk løgreglan fráboðan umeitt rán, sum var farið fram uttanfyri Bank Nordic á Húsagøtu í Tórshavn. 

Eitt starvsfólk úr SMS var á veg í bankan við kassainnihaldinum, tá tveirpersónar í masku, løgdu á hana.
Tey komu til hendurs, men starvsfólkið fekk vart so mikið fyri seg, atmaskeraðu persónarnir bert fingu ein part av pengunum við sær. Eftur hettarflýddu persónarnir móti Tinghúsvegnum.

Í samband við ránið, sóknast løgreglan eftir einum svørtum BANKNORDIC pengalumma, ið kann vera tveittur burtur.

Maskurnar, ið nýttar vóru, høvdu "deyðninga høvd".Maskurnar eru ikki funnar enn.

Málið verður nú kannað, og vil løgreglan fegin hoyra fráfólki, sum kunnu hava sæð og ella hoyrt eitt hvørt í samband viðhendingina.

Vinarliga ring til vaktleiðaran á tlf. 351448

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder