2013-11-22 23:05  
  
 Rættarlæknaliga líkskoðanin og obduktiónin av 61 ára gamlamanninum í dag staðfesti, at maðurin doyði av stingløsti við knívi.Politiið kann tó ikki siga nærri um kanningarúrslitið avobduktiónini.
Kriminalteknisku kanningarnar verða væntandi lidnar í dag ogeftir ætlan fara kriminalteknikarnir aftur til Danmarkar í morgin.
Fleiri avhoyringar verða gjørdar í málinum og eitt drúgtarbeiðið liggur fyri framman, áðrenn málið endaliga kannleggjast fyri rættin.
 
Bergleif Brimvík, politikommisserur.
 
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald